Tann nýggjasti dómarin í dómarapanelinum í X-Factor er ikki í iva um, hvat hansara leiklutur skal verða í kappingini. Hann er ein av heimsins mest populeru fløguframleiðarum og sangskrivarum, og fríggjakvøldið fingu vit eina smakkiroynd av hvussu kendi danin Carsten Schack, ella Soulshock, fer at verða í X-Factor kappingini. Hann er í øllum førum ikki bangin fyri at siga sína hugsan, um luttakararnir ikki eru nóg góðir.
-Um tað er hart at verða erligur, so eri eg harður. Men eg dømi rættvíst. Júst sum eg geri, tá ið eg eri í upptøkuhølunum. Og um eg ikki kann siga mína hugsan, hví skal eg so verða við, spyr tann 42 ára gamli dómarin í BT.
Hann er tó til reiðar at gera sítt besta fyri kappingina.
-Tað ljóðar møguliga platt. Men eg vil fegin geva okkurt aftur. Eg vil røkka út til hana ella hann í Aabenraa ella Hvidovre, sum stendur og hyggur eftir stjørnunum, eins og eg sjálvur gjørdi, sigur heimskendi Soulshock.