Soul Made Faroe Islands hevur luttikið á vælumtóktu mótamessuni Copenhagen Fashion Week í Keypmannahavn, har Soul Made Faroe Islands hevur havt egnan bás á Revolver, og hevur hann verið sera væl vitjaður.
Mótamessa er tvær ferðir um árið, og Soul Made Faroe Islands luttekur sum oftast á báðum messunum. Ætlanin við messuni er at koma í samband við handilsumboð og onnur áhugað.
Bæði handlar og agentar hava víst stóran áhuga. Eisini hava fleiri kend fólk verið forbí og bílagt sær klæðir frá Soul Made Faroe Islands.
Hetta er 10. árið, at Soul Made Faroe Islands luttekur á mótamessuni.