Orð og myndir: Nina A. Arge
At ganga í hesum handilsgøtum er sum at vera í skattkamarinum hjá Ali Baba. Bommpappír, smúkkur, vakrar eskjur og kryddaríir glitra hvørt um annað. Mongu litirnir, luktirnir og ljóðini gera ein nærum í ørviti.
Í Ramadantíðini vóru løtur seinnapartin, meðan fólk vóru heima og ótu, har friður var at taka myndir av hesi ævintýrkendu pallmynd.