Sóu springarar inni á fjørðinum - lótu teir fara

Tað var í samráð ímillum sýslumannin og grindaformenninar

Tíðliga í morgun varð ein bólkur av springarum sæddur inni á Funningsfirði. Teir vórðu sæddir av landi og sýslumaðurin fekk boð um teir. Løgreglan sigur, at tað var ógvuliga ymiskt, hvussu stóran bólk, talan var um. Ein fráboðari segði, at talan var um einar 100 springarar, ein annar segði, at talan var um ein stóran bólk.

 

Sýslumaðurin og grindaformenninir viðgjørdu støðuna. Niðurstøðan hjá teimum var, at talan var um einar 50 springarar og samstundis var støða eisini tikin til, at teir skuldu ikki haldast til. Sostatt lótu tey springarnar fara, sigur løgreglan