Sóu neyðrakett – men funnu ongan í neyð

Leitað var í ein tíma, men einki var at finna

Klokkan fimm í gjáramorgunin ringdu tvey fólk til løgregluna at boða frá, at tey høvdu sæð eina neyðrakett. Talan var umeitt fólk, sum var statt í Hoyvík og eitt fólk, sum var statt í Havnardali, sum boðaðu frá og tey høvdu bæði sæð eina neyðrakett út fyri Argjalandið.

 

Bæði løgreglan og danska vaktarskipið, Knud Rasmussen, fóru at leita, bæði á fjørðinum og í mølini, men har var einki óvanligt at síggja, so tá ið tey høvdu leitað í ein tíma, var leitingin avblást aftur. Løgreglan veit ikki meiri um málið.