Seinastu vikurnar hava tey sjálvbodnu fólkini hjá Sea Shepherd ikki havt stórvegis at gjørt í Føroyum, nú tað eru nakrar vikur síðani, at tey seinastu grindaboðini vóru.
Í gjár fingu tey tó okkurt at hyggja eftir, tá tey bóru eyga við ein bólk av mastrarhvalum nærhendis Sørvágsfirði. Tað skrivar felagsskapurin á teirra Facebook síðu.
Hóast føroyingar ikki longur drepa stórhval, so upplýsir felagsskapurin fyri sínum fylgjarum á Facebook, at føroyingar tvær ferðir áður hava dripið mastrarhvalir, í 1978 og 1983, hóast tað ikki er lov at drepa teir.
Tískil helt Sea Shepherd manningin eyga við hvalunum inntil teir aftur vóru so langt úti, at føroyingar ikki høvdu møguleikan at varnast teir.