Sótu so nakkalong og bíðaðu eftir býráðnum

Nú verður spurt um Tórshavnar Býráð heldur lærarar fyri spott

Hetta var ikki ein góð byrjan!

Tað staðfestir Skúlablaðið í morgun.

Og tað, sum blaðið sipar til, er, at í fyrradagin vóru lærararnir í Venjingarskúlanum og Kommunuskúla boðsend á fund um ætlanina at leggja báðar skúlarnar saman.

Men lærararnir fóru so nakkalangir avstað aftur, tí onki umboð fyri Tórshavnar Býráð møtti upp.

 

Tað var mentamálaráðið sum hevði kallað til fundar at tosa um ætlanin at leggja báðar skúlarnar saman.

- Endamálið við fundinum var, at umboð fyri kommununa skuldu greiða lærarunum fyri skúlarnar frá, hvussu gongur við arbeiðnum at gera klárt til at byggja nýggjan skúla og nær skúlin er liðugur.

 

Tankin var góður, tí hetta var eitt gott høvi hjá øllum starvsfólkunum at fáa felags boð um somu tíð um tilgongdina at leggja skúlarnar saman, sigur Skúlablaðið

- Men eingin møtti frá kommununi, so eftir at hava bíðað í 35 minuttir, uttan at nøkur boð vóru komin, fóru allir lærararnir av fundinum, sigur lærari, ið Skúlablaðið hevur tosað við.

 

Hesin fundurin skuldi samstundis vera ein fundur, har lærararnir í báðum skúlunum vórðu samansjóðaðir.

 

- Lærararnir í báðum skúlunum gleða seg til at fáa nýggjan skúla, so hetta er ikki ein góð byrjan. Tað má sigast, at tað er lítil virðing fyri hesum báðum arbeiðsplássunum, at umboðini fyri kommununa ikki møta upp og heldur ikki boða frá, at tey ikki koma ella eru seinkað, sigur Skúlablaðið.

 

Í báðum skúlunum fyrireika tey seg at gerast ein skúli. Bólkar eru skipaðir, har lærarar arbeiða við ávísum økjum.

- Vit vilja fegin verða tikin upp á ráð, og tí fóru vit øll spent á fund, siga lærarar við Skúlablaðið.