Við 68 atkvøðum fyri og 31 ímóti hevur amerikanska Senatið góðkent avgerðina hjá Barack Obama, forseta at tilnevna ta 55 ára gomlu Sonia Sotomayor dómara á amerikanska hægstarætti.
Sonia Sotomayor, sum hevur latínamerikanskar røtur, er ættað úr einum fátækrabýlingi í Bronx, og hon kemur eisini úr einum dómarastarvi í New York .
Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Senatinum at góðkenna hana er ein stórur sigur fyri Obama, sum hevur verið undir stórum trýsti frá fólki, sum vildu hava hann at tilnevna eina kvinnu til dómara.