Sostatt beinleiðis av Suðurrás

Útvarpsstøðin í Suðuroynni, Suðurrás, var mikukvøldið beinleiðis partur av sendingnini Sostatt. Tað er fyrstu ferð síðani byrjan á jóansøku, at sent hevur verið beinleiðis


Suðurrás hevur eina sending um vikuna í ÚF, Viðurgerði, men enn hevur ikki verið roynt at senda beinleiðis. Tó var lagt til brots á jóansøku í fjør við beinleiðis sending í tveir tímar, men síðani er hetta ikki roynt.
Men mikukvøldið var aftur sent beinleiðis úr útvarpsstovuni hjá Suðurrás. Hetta var, tá sendingin í ÚF, Sostatt, viðgjørdi Strandferðsluna og hækkandi ferðaseðlaprísir. Í útvarpsstovuni í Havn sótu fólk frá Strandferðsluni og avvarðandi landsstýrismaður.. Og í útvarpsstovuni í Suðuroynni sótu Nita Næs, brúkari, og Dennis Holm, brúkari og samfelagsfrøðingur, sum arbeiðir við økismenning.
Fyrsta royndin at nýta útvarpsstovuna í Suðuroynni sum beinleiðis part av sending eydnaðist væl. Lurtarakanningin hjá ÚF um tænastustøðið hjá Strandferðsluni hetta kvøldið vísti, at 75% vóru ónøgd, meðan 25% vóru nøgd við støðið.