Týsdagin vitjaðu 6. og 7. flokkur úr Skúlanum í Porkeri úti á Argjavegi 26, har Sosialurin heldur til.
Vanligt er, at elstu flokkarnir í skúlanum í Porkeri gera útferð, har vitjað verður ymsastaðir norðanfjørðs. Tá tey stukku inn á gólvið á Sosialinum týsdagin, sóu tey blaðhúsið, har nakað av umbygging í løtuni fer fram í samband við økta starvsfólkatalið. Eisini kunnaðu tey seg um arbeiðsgongdina og vitjanin endaði í kjallarahæddini, har mikudagsblaðið júst fór til prentingar, og við sær fingu tey hvør sítt eintak av blaðnum.
Lærararnir, ið vóru við á ferðini, vóru Hilmar Bech, Eli Frederiksen, Mannbjørn Olsen og Kirstin Bech Strøm.