Landsbanki Føroya er kanska mest umstríddi banki í Føroyum. Politiskt er ósemja um føroyingar yvirhøvur skulu hava ein landsbanka, og bleiv bankin avtikin undir farnu samgongu. 1. januar 2017 bleiv Landsbankin tó endurstovnaður, aftaná at núverandi samgonga hevði sett sær fyri, at tørvur var á honum.
Fyri einum góðum árum síðan fekk Landsbankin sín fyrsta stjóra í hesum umfari, tá Malan Johansen fekk starvið. Og hjá henni er eingin ivi um, at Landsbankin er ein týdningarmikil stovnur í føroyska samfelagnum.
- Vit kunna ikki hava eina støðu, har vit ikki fylgja við hvat hendir á kapitalmarknaðinum í Føroyum. Nøkur vilja vera við, at Danmark hevur ábyrgdina av peningastovnunum í Føroyum og skulu nokk siga frá, um nakað er á vási. Men kunna vit veruliga liva við, at ikki sjálvi hava teir upplýsingarnar, spyr Malan Johansen og vísir á, at føroyingar áður hava havt ringar upplivingar við dønum hesum viðvíkjandi.
- Vit hava áður upplivað, at tá okkurt er áfatt, so eru vit farin til Danmarkar, men fáa einki ordiligt svar. Tí mugu vit sjálvi fylgja við. Tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Vit muga vita, um vit eru í einari støðu, har vit eru hótt. Tað kunna vit bara gera, um vit sjálvi fylgja við og greina hvat kann henda. Vit kunna ikki vera tí vitan fyriuttan, sigur landsbankastjórin.
Les eina longri samrøðu við Maluna Johansen í Vinnuni, ið er við Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið,