Sosialurin: Vit eru teir síðstu

Á einum stóli miðskeiðis á gólvinum, við málskivunum hjá bogaskjúttunum í bakgrundini, situr lívsglaði tónleikarin Poul Jákup Thomsen. Ein hálvan metur frá honum stendur ein leirdungi, ið er evnaður til at líkjast honum og uppyvir leirdunganum stendur Andrias Andreassen, myndahøggari, við reiðskapum í hond og formar kjálkan til at gerast so líkur kjálkanum hjá Poul Jákupi Thomsen sum gjørligt.


- Hetta er torført. Tá man nærkast endanum, so er tað sum man rakar ein vegg. Tað er ringt at fáa tað síðsta upp á pláss, so at líkheitin er so veruleikakend sum gjørlig, letur úr myndahøggaranum.


Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð ber til at lesa eina frásøgn frá tá blaðið fyrr í vikuni var á vitjan í fyribils arbeiðshølunum hjá myndahøggaranum Andrias Andreassen, meðan hann var í holt við gera eina bronsumynd av fyrrverandi leiðaranum í Symfoniorkestrinum.


Í samrøðuni letur myndahøggarin tó illa at framtíðini hjá listini í Føroyum, tí unga ættarliðið hevur ongan áhuga fyri slíkum.


- Vit eru fýra føroyingar upp gjøgnum søguna, ið hava fingist við slíkt. Tað eru Janus Kamban, Fridtjof Joensen, Hans Pauli Olsen og eg. Tað koma ikki fleiri enn vit. Vit eru teir síðstu. Um tú hyggur at akademinum í Danmark, so er hetta ein farin tíð. Nýggja ættarliðið málar ikki eingongd longur, kemur sum eitt suff frá myndahøggaranum.


Til ber at keypa Vikuskiftis-Sosialin í sølubúðum kring landið.