Sosialurin: Tunnilsuppskot kann fella samgonguna

Tað vísir eitt spurnarumfar, ið Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk

Uppskotið um at gera ein tunnil til Fámjin kann gera enda á samgonguni. Tað vísir eitt spurnarumfar, ið Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk um hvat tey fara at atkvøða, tá uppskotið kemur fyri.


Sambært spurnarumfarin hjá Sosialinum kann væntast, at uppskotið verður samtykt við 17 atkvøðum. Tað elvir til høvuðbrýggj í samgonguni, tí frammanundan hevur løgmaður gjørt greitt, at hann fer ikki at góðtaka, at kostnaðarmikil uppskot verða samtykt, ið samgongan ikki er samd um.


Talan eru um eitt tvørpolitiskt uppskot, ið seks andstøðutingmenn, Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen, og ein samgongutingmaður, Kristin Michelsen, løgdu fyri tingið í farnu viku. Uppskotið mælir til at játta 60 milliónir krónur til at gera ein tunnil millum Fámjin og Ørðavík.


Til ber at lesa meira um málið og síggja svarini frá tingfólkum í mánadags-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.