Sosialurin tríggjar milliónir krónur í yvirskoti

Sosialurin hevur í dag havt aðalfund. Ársúrslitið fyri 2006 var tað besta higartil, tá fyritøkan hevði eitt yvirskot upp á 2.950.296 krónur Sp/f Sosialurin og Sp/f Húsið, sum eru feløgini aftan fyri virksemið hjá Sosialinum, hava havt aðalfund í dag. Úrslitið hjá feløgunum var upp á tilsamans 2.950.296 krónur eftir skatt, sum var góðar 460.000 krónur.

Sp/f Sosialurin er rakstrarfelagið hjá Sosialinum, meðan Sp/f Húsið er felagið, sum eigur rakstrargøgnini, fyrst og fremst part í P/f Prentmiðstøðini, sum Sosialurin eigur saman við Dimmalætting.

Tað var í fjør vár, at Føroya Javnaðarflokkur seldi Sosialin til Sp/f Miðlafelagið, sum keypti 66% og Føroya Tele, sum keypti 34%.

Á aðalfundinum í dag varð nevndin afturvald.

Í nevndini sita:

Eyðfinnur Jacobsen, formaður

Eirikur Lindenskov

Jonhard Hammer

Johanna Vang

Tróndur Djurhuus

Richard Mortensen

Nevndin fegnast um úrslitið, sum er munandi betur, enn í fjør, tá ársúrslitið var upp á tilsamans 1.172.000 krónur eftir skatt.