Sosialurin: Stættamunurin er øgiligur

Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður hugt eftir nøkrum av teimum samsýningum, ið eru latnar stjórum, ið antin eru koyrdir frá ella farnir úr starvi.

- Hatta eru avtalur, ið verða gjørdar innan pengaverðina, men tað er í grundini Palleba og Marsanna, ið gjalda prísin. Okkara limir eru skelkaðir av slíkum avtalum og man tosar um tað, men eingin veit hvat man kann gera við tað. Men signalið út til arbeiðarafjøldina er, at tað er rætt, tá vit tosa um, at stættamunurin er øgiligur og hann bara veksur. Tað er skelkandi fyri okkum tá slíkt kemur fram, tí tølini eru púra burturvið.


Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, í samrøðu við Sosialin, tá ið hann verður spurdur um tær stóru fráfaringaravtalurnar, ið hoyrast um við jøvnum millumbili, tá stjorar verða skiftir út.


Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður hugt eftir nøkrum av teimum samsýningum, ið eru latnar stjórum, ið antin eru koyrdir frá ella farnir úr starvi. Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag er av tí áskoðan, at eingin einstakur kann verða verdur tær milliónaupphæddir, ið verða latnar.


- Eingin einstakur persónur er so nógv verdur, ið nakrar av hesum fráfaringaravtalunum leggja upp til. Øll menniskjur eru líka nógv verd, sigur Hans Joensen.


Til ber at lesa meira í Vikuskiftis-Sosialinum, ið er til keyps í sølubúðum kring landið.