- Tað er handil tað snýr seg um. Hetta hevur einki við uttanríkispolitikk at gera, tí har hava vit einki at siga. Av tí sama hava vit ikki ta vitan, ið skal til, fyri at taka støðu til tað, ið fyrigongur á uttanríkispolitiska økinum. Okkara øki er handil og alt annað er felagsmál. Og har eru tað danir, ið ráða fyri borgum.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálaráðum, um føroyska samhandilin við Russland.
Meðan Russland seinastu árini hevur boykottað innflutning av matvørum frá fleiri av londunum í vesturheiminum, er føroyski útflutningurin til Russland einans vaksin, so at 28 prosent av føroyska útflutninginum endar í dag á russiska marknaðinum.
Í Danmark hevur javnan hevur verið funnist at føroyska søluni til Russlands, men landsstýrismaðurin slær fast, at tá føroyingar ikki hava innlit í tað, ið gongur fyri seg í altjóða pallinum, ber ikki til at taka avgerðir um slík viðurskifti.
- Vit og Uttanlandsnevndin fáa ein leysliga frágreiðing danska uttanríkisráðharranum eina ferð um árið, men tað er ikki nakað, ið er av slíkum vavi, at vit fáa tikið størri avgerðir, sigur landsstýrismaðurin.
Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð er eitt tema um útflutningin til Russlands, har tað millum annað ber til at lesa eina longri samrøðu við Poul Michelsen. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.