Sosialurin: Sjúkan gjørdi hana til heims­meistara

Anna Sofía Jørgensen stríðist við sjúkuna epilepsi. Eitt árin av sjúkuni er, at minnið er skatt.

Fyri at bøta um hetta, fór Anna Sofía Jørgensen at spæla backgammon. Tvey ár seinni er hon vorðin heimsmeistari. Í samrøðu við Sosialin sigur Anna Sofía Jørgensen, at hon gjørdist sjúk við epilepsi tíðliga á sumri 2019.

Sjúkan hevur sett síni spor. Hon stríðist við migrenu, sum helst er komið av heilaskjálvtum hon hevur fingið tær mongu ferðirnar, hon er dottin av herðindunum, og minnið er skert. 

– Tað er, sum um nógvar hendingar í lívinum eru strikaðar úr minninum. Eisini sovorðið, ið eg burdi minst, og sum onnur rundan um meg lættliga minnast. Onkuntíð havi eg ikki fingið tosað við portørarnar í Danmark, tí eg havi bara dugað føroyskt eftir krampa, sigur hon millum annað í samrøðuni..

Hetta hevur við sær, at Anna Sofía Jørgensen kennir møði í heilanum, og ofta má hon halda seg heima. Helst kemur hendan møðin av heilsaskjálvtum, krampum og heilivági.

Lesið samrøðuna við hana í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. 

Í Sosialinum kanst tú eisini lesa um, at tað kanska verður koyrandi gjøgnum Dalstunnlin longu í ár, um stóran ølfestival sum verður í Havn 11. og 12. oktober, har 25 bryggjarí bjóða fýra av sínum bestu øl. Útlendsk bryggjarí koma úr USA og úr Evropa. 

Ískoytisblaði Summar er aftur í Sosialinum hesaferð.

Blað fæst sum sagt í leysasølu kring landið.

Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo