Seinasta hálva árið hava fýra kvinnur vent sær til løgregluna, tí tær halda, at onkur hevur rúsað tær og neyðtikið tær. Løgreglan kann enn ikki prógva hetta, men heitir á fólk um at ansa eftir hvørjum øðrum í náttarlívinum.
Fyrsta fráboðanin kom í mars í ár og løgreglan hevur hoyrt um fleiri kvinnur, sum hava upplivað tað sama, men enn ikki hava meldað.
Sosialurin skrivar í blaðnum í dag um hesar hendingar. Keyp blaðið í handlunum nú seinnapartin.