Sosialurin prentaði ov fá bløð hetta vikuskiftið

Sosialurin hevur undirmett søluna hetta vikuskiftið, tí nógva staðni kring landið er blaðið útselt. – Uttan iva er tað forsíðusøgan um Marstein Thomsen úr Gøtu, sum fekk skaða umoborð á skipi fyri góðum fýra árum síðani, sum hevur selt blaðið

Hóast blaðið er útselt ymsastaðni kring landið, so kann blaðið keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo

– Eg reyk aftur og fram á dekkinum. Tað einasta, eg hugsaði, var at bjarga mær sjálvum og taka fatur í rekkverkið. Tað snúði seg bara um at yvirliva, fortelur 40 ára gamli Marstein Thomsen úr Syrðugøtu.

Ein illveðursdag í november fyri góðum fýra árum síðani fekk Marstein álvarsligan skaða umborð einum føroyskum fiskiskipi. Sjógvur kom umborð, og hann bleiv syftur runt og smekkaði høvdið í. Ein æðr bleiv kroyst so mikið nógv, at heilin hovnaðist, og lívið hjá gøtumanninum broyttist nú fyri altíð. Hann endaði lamin og lá innlagdur í 10 mánaðir.

Hóast hann í dag enn hevur mein av skaðanum, hevur hann lært at liva við árinunum, og hann hevur meira mót uppá lívið enn tey flestu.

- Lívið steðgar ikki, bara tí mann hevur fingið nakrar avbjóðingar. Lívið er enn vert at liva.