- Hóast lønartalvurnar ikki greitt kunnu sammetast, so er tó sólarklárt, at pedagogarnir eru í minsta lagi 6000 krónur aftanfyri aðrar starvsbólkar, sum teir samanbera seg við. Sosialurin hevur hugt nærri at lønarviðurskiftunum hjá lærarum, pedagogum og sjúkrarøktarfrøðingum.
Tølini vísa millum annað, at pedagogar í summum førum eru heili 6000 krónur aftanfyri lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Vikuskiftis Sosialurin er til sølu í handlum kring landið í kvøld og í morgin.