Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, legði herfyri eftir almennu friðingarmyndugleikunum í lesarabrævi, tí at alt ov lítið verður gjørt fyri at varðveita fornminni í Kirkjubø.
Í lesarabrævi leggur borgarstjórin upp til, at grótið, sum verður tikið úr Sandoyartunnilinum kann brúkast til at fylla í fjøruna framman fyri kirkjuni og aðrastaðni, ið bæði kann verja móti briminum og samstundis skapa nýtt lendi, ið brúkast kann til ymisk endamál.
Á Tjóðsavninum skilja tey tó ikki kritikkin, tí at fyrireikandi verkætlan at gera bakkaverju undir kirkjuni er í gongd, og kommunan er partur av tí arbeiðinum.
Eisini heldur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, at nógv av uppskotunum um hvussu kann farast fram í Kirkjubø bera brá av óseriøsiteti, og at alt ov lítið verður hugsað um, hvat endamálið við at skapa nýtt lendi skal vera.
- Øgiliga ofta hoyra vit um, at vit skulu taka land aftur - endurskapa og taka tað tapta. Men skulu vit nú tað? Ístíðin var einaferð fyri 10.000 árum síðani, skulu vit eisini fara at taka allar firðirnar aftur, tí ísurin tók tað? Hvat er tankin aftanfyri tað, spyr Herleif Hammer.
Les meira í Sosialinum, ið fæst til keyps seinnapartin í dag, og sum eisini kann lesast á netinum her.