Sosialurin nógv mest lisna blað í Føroyum

Kanningar hjá Gallup vísa, at 63 prosent av føroyingum lesa Sosialin.

Sosialurin er nógv mest lisna blað í Føroyum. Tað vísa seinastu kanningartølini frá Gallup.

 

Síðani 2010 hevur Gallup Føroyar regluliga kannað, hvussu fólk lesa bløðini, og í blaðnum Marknaðarrák, sum Gallup Føroyar og Felagið Føroysk Marknaðarfólk geva út, skrivar Laila Hentze, stjóri í Gallup, um lesaratøl í føroyska miðlaheiminum.

 

Dimmalætting hevði ein lesaraskara millum 50 til 70 prosent frá 2010 til hon fór á húsagang í 2013, men hevur als ikki megnað at endurvunnið lesaraskaran, nú hon er endurrisin við einari útgávu um vikuna. Í apríl 2015 liggur lesaratalið hjá Dimmalætting á 28 prosentum. 

 

Eftir at Dimmalætting fór á húsagang hækkaði lesaratalið hjá Sosialinum. Undan húsaganginum lá lesaratalið á umleið 35 prosentum, men hækkaði síðani til 73 prosent í februar 2013. Í novembur 2013 var lesaratalið 77 prosent, sum sambært Gallup er tað hægsta, Gallup nakrantíð hevur skrásett. Síðani er talið tó minkað nakað, niður í 63 prosent í apríl í ár.