Sosialurin nýttur sum páskapynt

Í Dagstovninum Kura í Kollafirði verður dúgliga klipt, líma og mála páskapynt í hesum døgum.

 

Millum annað gera børnini dunnuungar burturúr gomlum tíðindabløðum.

 

Á henda hátt hava børnini møguleika at nýta teirra hugflog, skapanarhug, fínmotorik og at síggja, at tilfar gott kann endurnýtast.

 

 

Myndirnar vísa nakað av pyntinum, sum Kollfjarðarbørn hava gjørt.