Sosialurin nú eisini í bussinum

Sum nakað spildurnýtt og sum ein nýggj tænasta verður Sosialurin nú eisini at fáa til keyps í teimum báðum bussunum, sum røkja LEIÐ 400 millum Havnina og Klaksvíkina.

Júst 10 ár eftir, at Sosialurin sum fyrsta blað í Føroyum fór út á alnótina, internetið við sínum blað, verður hetta blað nú eisini at fáa í bussunum, sum røkja LEIÐ 400. Birgir Høgnesen, sølumaður á marknaðardeildini hjá Sosialinum sigur, at hetta nýggja tiltak er avrátt við eigaran av teimum báðum bussunum, sum røkja LEIÐ 400, Andreas Poulsen.

–Eg haldi, at hetta er eitt genialt hugskot, tí so hava tey ferðandi altíð eina feska ávís, tá tey fara heimaftur eftir vanligan arbeiðsdag ella hava havt ørindi í høvuðsstaðnum ella tey norðanífrá ætla sær til Havnar sigur Andreas Poulsen.

Birgir Høgnesen, sum í løtuni fæst við at fáa allar leysasølurnar hjá Sosialinum at koyra sum tær eiga og soleiðis at tær eru mest kundavinarligar, sigur, at arbeitt hevur verið við hesi ætlan í eina tíð. –Eg haldi sjálvur, at tað var eitt stórt stig Sosialurin tók, tá hann í 1997 sum fyrsta blað í Føroyum fór út á internetið við blaðnum. Hóast hetta tiltakið við at hava bløðini í bussunum ikki er eitt eins stórt stig, so er hugaligt hjá okkum marknaðarfólkum at síggja, at her hendir nakað nýtt við jøvnum millumbilum. Mál okkara er, at landsins størsta blað skal vera so sjónligt sum gjørligt og fáast kring altið landið, antin tú er á ferð ella á staðnum. Birgir Høgnesen lovar mongu kundunum hjá blaðnum, at hetta verður so ikki tað seinasta tiltakið heldur, har Sosialurin fer undir at menna kundatænastu sína kring alt landið.