- Vit fáa eitt tal og so verða vit øll viðfarin líka sum vóru vit mekanismur í einum databasa. Men menniskja er ikki kassaforma. Vit eiga at koma aftur til tað, at mannalívið er ikki eitt tal. Vit mugu sum samfelag tora at fara inn og lyfta summi meira enn onnur. Væl vitandi um, at vit tá hava brotið tað millimetrarættvísi, ið annars hevur ligið til grund fyri okkara hugsan.
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í jólasamrøðu við Viksukiftis-Sosialin, har hann millum annað nevnir vansan við, at vit sum samfelag ikki longur síggja menniskjuni, ið hava tørv á okkara hjálp, tí vit royna at fáa øll at passa inn í eina ávísan skipan, áðrenn vit rætta teimum eina hjálpandi hond.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Jógvan Fríðriksson í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.










