Eirikur Lindenskov
Í gjár fóru Sosialurin og Føroya Tele undir samstarv um tíðindatænastu.
Í eini royndartíð hevur tað verið Føroyska Tíðindastovan í Keypmannahavn, sum hevur lagt tíðindi út á heimasíðuna hjá Føroya Tele, www.olivant.fo.
Frá í gjár at rokna er tað Sosialurin, sum stendur fyri hesi tíðindatænastu.
Talan verður um stutt tíðindi í telegramformi, sum verða løgd út á heimasíðuna við jøvnum millumbilum. Talan verður ikki um longri greinar. Ynskja fólk at lesa meira um eitthvørt evni á internetinum ber til at lesa tað í InternetSosialinum, har alt tilfarið, sum er í prentaða blaðnum, eisini er at síggja.
Í fyrstu atløgu verður serliga talan um føroysk tíðindi, men seinni verður hetta víðkað til onnur øki við.