Tað var seint síðsta summar, at vit á blaðnum fingu áhuga fyri handilshúsunum hjá P/F Valdemar Lützen í Vágsbotni, sum vórðu lýst til leigu, eftir at Valdemar hevði handlað har í meiri enn hálva øld.
Í november varð farið í gongd við umvælingar- og umbyggingararbeiðið ? og næstsíðsta vikuskiftið var klárt hjá Sosialinum at flyta inn í nýggju hølini.
Fyri 23 árum síðani flutti Sosialurin annars úr Havnini og út á Argjar. Tá hevði blaðið húsast undir trongum umstøðum, fyrst á Heygsbreyt í Havn, har Einars Offsett er og seinnapartin av sjeytiárunum í einum sethúsum í Sjúrðargøtu 9. Hetta tíðarskeiðið varð Sosialurin prentaður á prentsmiðju Dimmalættingar, og blaðið kom út tvær ferðir um vikuna. Tá hølisviðurskiftini í Sjúrðargøtu gjørdust heldur frægari enn á Heygsbreyt, vóru eisini fleiri blaðfólk sett í fast starv, og blaðið mentist frá at verða eitt floksblað meira til eitt tíðindablað. Ynski var um at fáa blaðið út oftari, men tá Dimmalætting ikki segði seg hava orku til at prenta blaðið tríggjar ferðir um vikuna, fóru menn at hugsa um at keypa egna prentsmiðju. Og til tess mátti blaðið hava størri høli.
Endin varð, at húsini hjá Jákupi á Lag úti á Argjum vóru keypt. Húsini høvdu staðið í gerð í nógv ár, men vórðu tá innilokað, so Sosialurin kundi innrætta tey eftir tørvi. Kjallarin var so grivin longur niður, so pláss var fyri prentsmiðjuni, meðan ovasta hæddin varð innrættað til Sosialin. Miðhæddin varð leigað út. Har hevði Smæran ein matvøruhandil og Kári Olsen ein part til Bókavirkið.
Nú vóru umstøðurnar sera góðar, og blaðið kom beinanvegin frá byrjan út tríggjar ferðir um vikuna. Fyrsta blaðið kom av prentsmiðjuni á Argjum tíðliga í mars í 1982.
Men nógv er hent síðani 1982 ? og blaðframleiðslan kann í dag als ikki samanberst við tað, hon var í 1982. Tá varð alt tilfarið skrivað á skrivimaskinu og síðani lagt til setingar. Setifólkini settu so tekstin umaftur, koyrdu sats út, sum síðani varð kliptur og klistaraður upp á síðurnar, sum síðani vóru avfotograferaðar.
Í dag er tilgongdin so nógv øðrvísi, og krumtappurin í framleiðsluni er teldan. Sosialurin og Dimmalætting hava í dag felags prentsmiðju, nevnd Prentmiðstøðin, sum leigar seg inn í prenthøllina hjá Dimmalætting. Prentsmiðjan hjá Sosialinum úti á Argjum er tikin niður, og bestu maskinurnar settar upp í høllini hjá Prentmiðstøðini. Í dag fer alt arbeiðið fram á teldu, øll myndaviðgerð er á teldu, og blaðið verður umvegis telduna sent úr Vágsbotni niðan á Prentmiðstøðina, sum prentar blaðið og ber tað út til flestu haldararnar eisini.










