Sosialurin ikki við í Rás 2

Rás 2 sendi á fyrsta sinni á middegi í gjár. Sosialurin var tó ikki við, eins og ætlað. Orsøkin var, at partarnir ikki kundu semjast

John Johannessen


Lagt varð fyri við veðurtíðindum, tá feskasta útvarpsstøðin í landinum, Rás 2, á middegi í gjár sendi á fyrsta sinni. Í studio sat Sonne Smith, ið er garvaður fjølmiðlamaður.

Tað eru feløgini ADJ-Sound og SP/F JPS, ið eiga og reka útvarpsstøðina. Meiningin var, at Sosialurin eisini skuldi vera við. Men av tí at partarnir ikki kundu semjast, gjørdi Sosialurin av ikki at fara uppí ætlanina.

Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, vil ikki siga, hvat tað er, sum partarnir ikki kundu semjast um, men hann ynskir nýggju støðini góða eydnu.

? Hóast eingin semja fanst um Rás 2 eru eingi »hard feelings« millum okkum, vísir Jan Müller á.

Heldur ikki eigararnir av Rás 2 ynskja at siga nakað um, hvat tað var, ið partarnir ikki samdust um.

Fyribils hoyrist Rás 2 bert í meginøkinum, men ætlanir eru um at víðka sendinetið so við og við. Ætlanin er, at støðin skal hoyrast í Klaksvík um heilt stutta tíð.

Eigararnir av Rás 2 vísa á, at ætlnin við støðini er at senda lættari undirhaldssendingar, men sanniliga eisini seriøst tíðindatilfar. Talan verður í øllum førum ikki um eina útvarpsstøð, ið fer at líkjast Atlantic Radio, verður sagt.

Fyrstu tíðinda fer sendiskráin hjá Rás 2 tó í mestan mun at vera merkt av tónleiki. Men sum tíðin líður, koma fleiri og fleiri seriøsar sendingar á skránni.

Rás 2 skal fíggjast av lýsingainntøkum.