Talan er um somu útgávuna, sum verður prentað. Blaðið kann lesast í fullum líki á netinum, har tað eisini ber til at leita í tekstinum. Skipanin er tøk nú, men seinni í vetur fara allar útgávurnar síðani 1. januar ár 2000 at liggja í skipanini, og tað ber til at leita í tekstinum í øllum útgávum - talan er tá um áleið 2.700 útgávur av Sosialinum.
InternetSosialurin hevur verið tøkur síðani september 1997, men har verður bert teksturin úr blaðnum lagdur út. E-blaðið hjá Sosialinum er tað sama sum tað prentaða blaðið, og júst sama útgáva, sum fer til prent, verður løgd í hesa skipanina, sum kann lesast í flash.
Endamálið er at røkka øllum føroyingum, hvar í heiminum teir eru staddir. Við hesum eru allar tænasturnar hjá Miðlahúsinum digitalar og kunnu røkkast um internetið.
e-blaðið hjá Sosialinum kann keypast á slóðini sosialurin.e-pages.dk
(ein demo útgáva av blaðnum kann lesast á www.e-pages.dk/sosialurin/229/demo/)
http://www.e-pages.dk/sosialurin/229/demo/