Sosialurin í hvørt hús mikudag

Sosialurin verður nú sendur ókeypis í hvørt hús í landinum mikudag. Hetta stigið verður tikið, tí leiðslan sær ein tørv á at koma í hvørt hús við blaðnum. Fleiri lýsarar ynskja hendan møguleikan at koma út til lesarar kring alt landið.

Frammanundan gevur Miðlahúsið út VikuBlaðið, sum verður borið í hvørt hús mánakvøld. Lýsarar hava tikið væl undir við hesum blaðnum, sum fer at halda fram sum áður. Men tørvur er at koma út mikudag eisini – og serlig ynski eru frá lýsarum um at fáa hetta høvið í Sosialinum.

Blaðið verður sama tíðindablað sum áður, tó at nýggjar temasíður eisini verða í blaðnum.

Fyrsta útgávan av Sosialinum í hvørt hús verður borin út mikudagin 9. januar 2013.