Tveir blaðmenn og ein myndamaður fara at umboða Sosialin í Hetlandi, og teir verða Jákup Mørk, Eyðun Klakstein og Jens Kristian Vang.
Teir fara at senda tilfar heim til allar blaðútgávurnar hjá Sosialinum, og harafturat verður tað nýggjasta eisini at frætta á Portalinum, og greinar kunnu eisini lesast á Internet-Sosialinum.
? Tað er sera spennandi, men eisini krevjandi at skriva um Oyggjaleikirnar. Tað hendir sera nógv dagararnar, meðan leikirnir eru, og vit skulu hava alt við. Tað er full ferð á alla tíðina, og meðan tey ymsu ítróttarfólkini eru við í einari ítróttargrein hvør, eru vit við í 10 ítróttargreinunum, sigur Jákup Mørk, sum hevur dekkað fleiri Oyggjaleikir fyri Sosialin.
Sosialurin fer at síggjast aftur í Hetlandi, tí blaðið hevur tveir bilar við til leikirnar, og teir verða brúktir til at koyra runt til tær ymsu kappingarnar.









