Í dag fer Sosialurin at senda útvarpstíðindi.
? Vit hava gjørt avtalu við Rás 2 um at gera tíðindasenginarnar hjá rásini komandi árið, og fer fyrsta sendingin úr Miðlahúsinum hjá Sosialinum á Argjum í luftina í dag kl 12, sigur Jan Müller, blaðstjóri.
Miðlavirksemið er broytt nógv seinastu árini. At Sosialurin nú eisini fer at senda útvarp, er so bara enn eitt stig á leiðini.
Longu í 1996, tá internetið gjørdist veruleiki í Føroyum, royndi Sosialurin seg so smátt við tíðindum á netinum, og síðani 1997 hevur InternetSosialurin verið ein nátúrligur partur í miðlavirkseminum hjá Sosialinum.
Seinastu árini hevur blaðið eisini skrivað tíðindini til www.portal.fo hjá Føroya Tele, sum er Føroya nógv mest vitjaða heimasíða.
Øðrvísi tíðindi
Tað verður Eyðun Klakkstein, journalistur, sum fer at leggja tíðindasendingarnar á Rás 2 til rættis, og fyrstu tíðina verður tað Hans Kárason Mikkelsen, sum verður útvarpsvertur.
? Tíðindini á Rás 2 skulu vera eitt alternativ til tíðindini hjá Útvarpi Føroya. Vit fara ikki at kopiera útvarpið, men fara at gera øðrvísi tíðindi, sigur Eyðun Klakkstein.
? Útvarpið hevur eina góða og breiða tíðindaflatu, ið fevnir víða. Vit fara at gera frísk tíðindi, og fara ikki at leggja dent á tungar politiskar søgur, sum kanska ongan týdning hava í veruleikanum, men byggja á meingingar hjá ávísum fólkum ? vit fara at tora at velja, sigur hann.
Seinastu árini hevur Sosialurin breitt virksemið kring landið við lokalredaktiónum í Klaksvík, í Saltangará, í Sandvík og í Sandavági. Hetta er gjørt fyri at koma borgarunum nærri, og er hetta eisini ætlanin við tíðindasendingunum á Rás 2, at koma nærri vanliga fólkinum.
? Nærleikin hevur stóran týdning, og vit fara at gera nógv burtur úr at tosa við vanliga fólkið, sigur Jan Müller.
Mennandi samstarv
Tað verða sjálvandi tíðindini hjá Sosialinumm, sum verða grundarlagið undir tíðindunum á Rás 2. Men Sosialurin verður greiddur til prentingar á middegi. Tí verða tað fleiri tíðindi, ið kunnu fyljgast upp í útvarpssendingunum, sum sjálvandi eisini fara at taka støði í tíðindum, sum onnur framleiða, bæði útvarp, sjónvarp og Dimmalætting.
? Vit vænta at fáa gott samstarv við nýggja samstarvsfelagan, so hetta kann gagna øllkum kring landið, sum hoyra Rás 2, og vit vænta eisini, at hetta fer at leggja lunnarnar at menna Sosialinum sum eitt miðlahús við alskyns fjølbroyttum miðlavirksemi ? og Rás 2 sum eina góða útvarpsstøð, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.










