NAFF
Sosialurin hevur verið við og hevur havt bás á øllum teimum seinastu altjóða fiskivinnustevnunum, sum verið hava í Føroyum. Vit vóru við, tá NAFF seinast varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn í 2003, á Sandvíkarhjalla í 2005, og nú høvdu vit so eisini bás á NAFF 2007, sum byrjaði seinasta hósdag og endaði leygardagin.
Tvinnar uppgávur
Kanska hugsar onkur, hví ikki meira kunning kemur út til okkara lesarar, tá blaðið soleiðis hevur tvey tíðindafólk á bási í tríggjar dagar, og hví verður Portalurin, sum Sosialurin skrivar tíðindini til, ikki betur dekkaður við slík høvi.
Men uppgávan hjá okkum, soleiðis sum básurin er skipaður, verður í fyrst lagi at “selja” blaðið – at siga fólki, at Sosialurin er við, har tað hendur. Básurin er opin út á gólvið, snøggur og væl pyntaður, og áhugin hjá vitjandi at hitta bæði fólk av marknaðardeildini og tey skrivandi er stórur.
Tíbetur.
Á eini slíkari fiskivinnuframsýning, har Sosialurin hevur bás, eru bæði tey, sum vitja inn á gólvið og aðrir framsýnarar annars, áhugaverd, og tú noyðist at “fordeila” teg til at røkka eitt sindur av hvørjum.
Útlendsk fiskivinnubløð høvdu eisini bás á NAFF, og tað hevði Vinnuvitan eisini. Vit trúgva, at uppgávan hjá teimum er at selja bløðini á stevnuni meira enn at “selja” framsýnararnar og tað, sum fyritøkurnar hava at bjóða.
Vit royndu eftir førimuni bæði og góvu okkum stundir til at tosa við fólk – bæði kend og ókend, so tey kendu seg væl á okkara bási. Vit nýttu eisini høvi at tosa við ymiskar framsýnarar og fólk, sum høvdu verið ein “rundtúr” á NAFF.
Birgir W. Høgnesen, sum umboðaði marknaðardeildina, gjørdi nógv burtur úr við at fáa enn fleiri haldarar til blaðið, og her skarst bara heilt væl.
Eini 300 nýggj hald eru teknað!
Eingin útgáva
Nú lá fiskivinnuframsýningin soleiðis, at bert tann fyrsti dagurin var blaðdagur, og tá fingu vit sjálva setanina við, hóast tíðin var tepur við framskundaðari dead-line. Hinir báðir dagarnir vóru ávikavist dýri biðidagur og leygardagur, tá einki blað kemur. Tí høvdu vit hesar dagarnar bert møguleikan at náa út til lesararnar um Portalin.
Av hesi orsøk vórðu ikki tær drúgvu samrøðurnar gjørdar, men heldur smáir greinastubbar, sum eru egnaðir til portal-tíðindi.
Á eini slíkari fiskivinnuframsýning er vanligt, at fyritøkur, sum við eru, eisini hava hug at síggjast í føroysku fjølmiðlunum, og tí vóru tær ikki so fáar, sum vitjaðu inn á gólvið fyri at vita, um vit høvdu hug og umstøður at skriva nøkur orð um teirra virksemi.
Og tað er ikki vist, at tað júst eru tær fyritøkurnar, sum røkka teimum bestu úrslitinum á stevnuni, ið lata hoyra frá sær.
Og tó; vit fingu nøkur “preið”.
Longu, tá framsýningin læt upp, fingu vit at vita, at Tórshavnar Skipasmiðja fór at undirskriva sáttmála um bygging av tveimum tvíkiljum, og vit fingu eisini seinni at vita, at maskinverkstaðurin FJM í Runavík og JFK fóru at skriva undir avtalu um nýggja verksmiðju umborð á Fuglberg.
Fremsta og besta
Dagarnir á NAFF eru áhugaverdir, men teir kunnu eisini vera eitt sindur hektiskir í løtum, um tú setir tær fyri at náa tí, sum seinni vísir seg at vera næstan ómøguligt.
At náa 200 framsýnarum er í hvussu er púrasta ógjørligt í triggjar dagar.
Soleingi, sum básurin er skipaður, sum opin básur, har øll kunnu vitja innar, noyðist tú at taka dagin, sum hann kemur, tí tú veitst jú ikki frammanundan, hvat dagurin hevur at bjóða.
Samanumtikið kunnu vit siga, at nógv fólk vitjaðu á básinum hjá Sosialinum, og nógv positiv orð fullu um blaðið, ið fólk sum heild mettu vera fremsta – og besta - tíðindablað í Føroyum.
Í løtum – viðhvørt longum løtum –var trupult at sleppa út á netið, og hetta kom dátt við, tí netið er avgerandi fyri, at tú sleppur út úr húsinum við tíðindunum.