Tað er ikki á hvørjum degi, at vanligir borgarar fáa eina innkalling frá løgtingsins fíggjarnevnd, men eru tað í staðin umboð fyri áhugabólkar, vinnufeløg ella stovnar, ið vanliga sleppa at stíga fram og leggja sína søk fyri máttmiklu nevndini í løgtinginum.
Í nærmastu framtíð fáa Rebekka Niclasdóttir Dahl, Uni Gullfoss og Anita Heinesen tó júst hendan serstaka møguleikan. Eftir at hava fylgt við kampanjuni hjá Miðlahúsinum ”Tá skipanin svíkur”, hevur Pauli T. Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og fíggjarnevndarlimur, valt at kalla nakrar av teimum persónunum, ið hava fortalt sína søgu í Sosialinum, inn í fíggjarnevndini, fyri har at greiða fíggjarnevndarlimunum frá teirra royndum við almennu skipanini.
- Eg eri glaður fyri, at fokus er sett á evnið, tí hetta er eitt evni, ið manglar eitt veruligt kjak í Føroyum. Vit muga spyrja okkum sjálvi, hvussu vit kunna lyfta tey allar, allar, allar veikastu í samfelagnum. Hendan samgongan fór upp á val at lyfta tey allar veikastu í samfelagnum, men man er ikki komin víðari. Vit eru onkursvegna uppsteðgað, sigur løgtingsmaðurin og leggur afturat, at samgongan hevur eina skyldu at finna eina loysn, sigur Pauli T. Petersen um hví hann hevur sent boð eftir foreldrunum.
Til ber at lesa meira um málið í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.