Sosialurin: Føroyskt er undir øgiligum trýsti

Tað metir Finn Johannesen, ið við øðrum hevur gjørt heimasíðuna bokstav.fo

- Vit hava eina ábyrgd í samfelagnum. Vit er eitt slag av meiningarmyndari. Vit hjálpa børnum at busta tenn og gera tað lættari. Vit eggja børn til rørslu og arbeiða við ljóðum í munninum. Vit hava ein leiklut í samfelagnum og tað er ein virkin leiklutur, ið vit eru ernir av, og sum vit ynskja at halda fram við, sigur hann.


Tað sigur Finn Johannesen, ið nógv kenna fyri hansara leiklut sum klovnurin Bubu, nú toymið handan Bubu hevur latið úr hondum heimasíðuna bokstav.fo, har Bubu lærir børn føroyska starvraðið. Heimasíðan skal síggjast sum íkastið hjá teimum í stríðnum fyri at varðveita føroyska málið, ið er undir áhaldandi trýsti.


- Føroyskt er undir einum øgiligum trýsti, tí tað er so nógv av útlendskum tilfari, ið er lætt at fáa hendur á í dag. At vit kunnu hjálpa til, at tilvitanin hjá bæði vaksnum og børnum um føroyskt gerst betri, er bara gleðiligt, sigur hann.


Til ber at lesa meira í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesaferð er um móðurmálið, nú tað eru 200 síðan, at V.U. Hammershaimb varð borin í heim. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring alt landið.