Sosialurin: Føroyar hava brúk fyri Evropa

- Við mínari vitan innan uttanríkispolitikk og evropeiskan politikk, so tað er mín sannføring, at grønlendsk og føroysk áhugamál eru best tænt við einum nýggju felagsskapi. Serliga havandi í huga, at man hevur brúk fyri Evropa í samband við trygd og verju.


Tað sigur danski journalisturin Claus Kragh, sum í síðstu viku var gestarøðari á landsfundinum hjá Framsókn. Í longri samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin finst hann at samhandlinum, ið føroyingar hava við russar, og heitir á føroyingar at vísa ábyrgd yvirfyri restina av Evropa.


- Eg haldi, at man bæði í Tórshavn og Keypmannahavn má hava tað í huga, at man hevur eina ábyrgd móti Evropa. Okkara heimspartur er undir trýsti í dag. Vit eru undir trýsti av Russland, undir trýsti av Kina og enntá undir trýsti av okkara gamla samstarvsfelaga USA. Tí meti eg, at Evropa má standa saman og gerast eitt heimsveldi.


Vikuskiftis-Sosialurin er til keyps í sølubúðum kring landið.