Tað hevur verið kjakast dúgliga seinastu dagarnar um avgerðina hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um at takka nei til innbjóðingina frá Fríðriki krúnprinsi at koma umborð á Dannebrog, meðan krúnprinsafamiljan er í Føroyum.
Ein afturvendandi kritikkur hevur verið, at hann sum tingformaður skal umboða alt Føroya fólk og ikki einans síni egnu áhugamál. Men í longri samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin sigur hann, at tað letur seg slett ikki gera hjá nøkrum persóni, at umboða allar føroyingar í hesum máli.
- At man skal umboða øll er gykl. Hinir tríggir í formansskapinum, ið gera tað øvugta av tí, ið eg geri, umboða hvørki meg ella tey tjóðveldisfólk, ið høvdu takkað nei til slíka innbjóðing, sigur Páll á Reynatúgvu.
Í samrøðuni vísir løgtingsformaðurin á, at so leingi sum Føroyar ikki er eitt sjálvstøðugt ríki, so fer tað aldrin at bera til hjá honum at umboða sambandsfólk, eins og tað er ógjørligt hjá einum sambandsmanni at umboða hann.
- So leingi vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, er tað vónleyst hjá einum sambandsmanni at umboða meg umborð á Dannebrog. Somuleiðis er tað vónleyst hjá mær, at umboða ein sambandsmann umborð á Dannebrog. Tann dagin vit hava loyst, tann dagin vit eru blivin eitt sjálvstøðugt land, fáa vit eisini eitt vanligari samband til danska kongshúsið. Tá verður søgan ein heilt onnur, sigur Páll á Reynatúgvu.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Páll á Reynatúgvu um málið í Vikuskiftis-Sosialinum, ið er til keyps í sølubúðum kring landið.