Øksaálopið, sum fór fram á Landavegnum farna vikuskiftið, byrjaði alt í einari veitslu í vardum bústaði á Íslandsvegnum.
Álopið leiddi til, at ein maður fekk yvir 300 pentur í kroppin. Hann fekk sár á rygg, armar og bein, sum vórðu gjørdu av øks, goggara og knívum.
Fýra ungdómar eru skuldsettir fyri drápsroynd og harnæst ógvusligan harðskap. Tveir teirra eru varðhaldsfongslaðir í Mjørkadali nú.
Men hvussu ber tað til, at somu ungdómar enda ferð eftir ferð hjá ákæruvaldinum? Og hvussu ber tað til, at rúsdrekka og harðskapur er at síggja í vardum bústaði undir Almannaverkinum, sum enntá hevur tvey fólk til arbeiðis døgnið runt? Les Vikuskiftis Sosialin, sum er komin í handlarnar í dag.