Sosialurin: Aktiv mótspæl heldur enn sovibýur

- Tú kanst velja at gerast ein sovibýur ella ein sovibygd við nógvum grundstykkjum, lágum skattaprosenti og ongum tilboðum, sum durvar undir liðini á metropolinum ella byggir tú støðugt ein áhugaverdan bý, sum kemur í eitt positivt mót- og viðspæl við metropolin. Soleiðis kunnu tvær slíkar støðir í veksilvirkninginum menna hvønnannan. Samrakstrarmáttur fæst tá burturúr.


Soleiðis lýsir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, valmøguleikarnar hjá teimum, ið standa á odda fyri Runavíkar kommunu, nú tað eru minni enn tvey ár til at Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu og knýtir Skálafjørðin og høvuðsstaðin saman í eitt stórt miðstaðarøki.


Fyri borgarstjórin er ongin ivi um hvønn lut Runavíkar kommunu skal hava, tá tunnilin letur upp í desember 2020.


- Í mun til onkran annan hava vit valt at ganga hesa seinru leiðina. At gerast eitt aktiv mótspæl til Havnini heldur enn ein sovibýur, durvandi uppat henni, sigur Tórbjørn Jacobsen.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Tórbjørn Jacobsen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.