Sosialurin 82 ár í dag

Tann 24. mai í 1927 kom fyrsta eintakið av Sosialinum á gøtuna. Í dag rekur Miðlahúsið hjá Sosialinum eisini tíðindapartin á portal.fo og Rás2 Tað var tann 24. mai í 1927, at Sosialurin fyrstu ferð kom á gøtuna.

Fyrstu nógvu árini kom Sosialurin út eina ferð um vikuna, men tá komið varð fram í sjeytiárini - og nýggja off-sett tøknin varð tikin í nýtslu, vórðu útgávurnar øktar upp í tríggjar. Tá Sosialurin í 1982 flutti út á Argjar í nýggju blaðhúsini, fekk blaðið eisini egna prentsmiðju.

Í 1990 vóru útgávurnar øktar upp í fimm ferðir um vikuna, og hevur blaðið støðugt staði í vøkstri.

Í 2000 løgdu Dimmalætting og Sosialurin prentsmiðjurnar saman og stovnaðu Prentmiðstøðina, sum í dag er einasta rotatiónspressa í landinum.

Í 2005 flutti Sosialurin av Argjum í Miðlahúsið í Vágsbotni, har bæði Sosialurin, Portalurin og Rás2 verða rikin.

Í 2007 keypti Sosialurin Rás2, og er Miðlahúsið hjá Sosialinum einasta miðlahús í landinum, sum bæði gevur út blað, er sera virkið við tíðindum á internetinum og sum hevur eina útvarpsstøð.