Sosialurin 2,2 milliónir í avlopi

Sosialurin hevur í dag havt aðalfund. Endaliga ársúrslitið hjá felagnum í 2008 var eitt avlop á 2.210.403 krónur, ið er eitt vet minni enn í 2007

Í 2007 var úrslitið 2.329.000 krónur.

Eginpeningurin hjá Sosialinum var við árslok í 2008 8.782.045 krónur.

Í viðmerkingum til roknskapin sigur leiðslan seg vera nøgda við úrslitið, sum tó varð ávirkað av búskaparniðurgongdini, sum gjørdi vart við seg síðsta ársfjórðing í fjør. Víðari verður sagt, at rakstrarúrslitið ætlandi verður munandi betri í 2009.

Hartil vísir leisðlan á, at tað er av alstórum týdningi fyri privatu miðlarnar, at aðalorðaskiftið um Kringvarpið og fjølmiðlaøkið sum heild kemur at viðføra greiðar karmar fyri partarnar á marknaðinum at virka undir.

Á aðalfundinum varð nevndin víðkað, so hon nú telur sjey limir.

Nýggjur nevndarlimur er Ole Sloth, sølustjóri hjá Ekstrablaðnum í Danmark.

Hinir nevndarlimirnir eru:

Eyðfinnur Jacobsen, formaður

Eirikur Lindenskov

Jonhard Hammer

Jákup Mørk

Jóhanna Vang

Jan Müller, ið eisini er stjóri felagsins