Ein skattaskipan, sum fíggjarmálaráðið arbeiðir við, skal beina sosialu skeivleikarnar í verandi skipan burtur. -Skattalættin hjá samgonguni varð tvinnaður saman við hægri gjaldi til Samhaldsfasta, og tí hava lægru lønarbólkarnir fingið minni burturúr, skrivar Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Sosialin.
Við Útvarpið sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við at rætta skeivleikarnar.
Hann vil tó ikki siga, hvørjar ítøkiligum broytingum arbeitt verður við.