Sosialpolitikkur

Okkara sosialpolitikkur eigur rættiliga sjálvsagt at verða grundaður á tørvin hjá tí einstaka.

Heðin Mortensen

býráðslimur, valevni til Tórshavnar býráð á lista B heimasíða: www.hemorten.com



Og tá tørvurin er ymiskur, so er tað fyri mær líkaso sjálvsagt, at okkara sosialpolitikkur skal lagast eftir føroyskum viðurskiftum. Kommunan skal yvirtaka allan sosialpolitikkin og virka fyri at fremja ábyrgd í sosialum veitingum og fullkomiliga forða fyri, at sosialpolitikkur kann nýtast sum politiskt útgjaringaramboð.

Vit skulu líka so sjálvsagt virka fyri, at ellisheim, ellisíbúðir og vardar íbúðir verða bygdar, og vit skulu krevja av landsmynduleikunum, at røktarheimstørvurin í Tórshavnar Kommunu verður nøktaður. Kommunan skal útvega sær betri innlit í sosialmál.

Men hetta eru bara yvirskriftirnar. Fyri at kommunan skal fungera sosialt, so er ikki nóg mikið við yvirskriftum um yvirorðnaðan sosialpolitikk. Vit skulu eisini stuðla teimum, ið stuðla. Vit skulu hjúkla um hjálparfelagsskapirnar, ið eru næstir veruligu trupulleikunum. Vit skulu veita hjálp til sjálvhjálp. Bert á tann hátt kunnu vit laga ein sosialpolitikk til veruliga tørvin, og nøkta tørvin í øllum liðum.