Sosialistisk Ungmannafelag endurstovnað

Nøkur ung javnaðarfólk hava tikið stig til at endurstovna Sosialistiskt Ungmannafelag - SU, sum upprunaliga varð stovnað í 1965.

Á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum verður boðað frá, at lív aftur er komið í SU, sum felagið vanliga varð kallað. Tað eru nøkur ung, sum hava tikið seg saman at endurstovnað ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum.

 

Nøkur teirra fara til Esbjerg á eitt páskaskeið sum DSU (Danmarks Socialdemokratisk Ungdom) skipar fyri.