Sosialistisk Ung til Gerhard: Ein ljós framtíð

Nevndin og limirnir í Sosialistisk Ung
----

Har er ein vegur úr atgerðarloysi og álopum á tey veiku. Føroyar hava alt ov leingi ligið lamnar av, at ávísir flokkar ikki kunnu samstarva, og av at ein flokkur livir av at einki hendir. Tí harmar tað okkum, at Gerhard Lognberg, tingmaður Javnaðarfloksins, er úti og talar formanni floksins ímóti. Gerhard dettur tíverri í somu felluna, sum alt ov leingi hevur gjørt Føroyar fátækari og minni skapandi, enn tær kundu verið. Útsagnirnar hjá Akseli V. Johannesen vísa hinvegin, at hetta ikki nýtist at vera so.
Veruliga hóttanin
Tað er ikki Tjóðveldi, sum er hóttanin móti vælferð Føroya. Núverandi samgonga vísir, at ræðumyndirnar um, hvat kann henda í ringasta lagi, ikki bert eru ræðumyndir. Samgongan er longu komin væl á leið at avlaga vælferðarsamfelagið. Tað er ikki nakað, sum kann henda, tað hendir. Fleiri brúkaragjøld, hægri skatt til tey lágløntu við forskatting av pensjónini og ein óneyðuga stóran skattalætta til tey ríku og vælhavandi. Politikkur, sum sjálvt ein søguliga høgravendur stovnur sum IMF, sigur er skeivur allastaðni í heiminum.
Hetta er veruleikin. Hetta er hóttanin vit standa yvirfyri. Fólkaflokkurin hevur fingið alt ov stórt vald, alt ov stóra ávirkan. Sambandsflokkurin og gomlu lítlu flokkarnir hava tíverri gloymt teirra egnu stevnuskráir, og arbeiða viljaleysir fyri málunum hjá Fólkaflokkinum. Tí er tað heilt einfalt skeivt at hyggja at tjóðskaparligu støðuni, og siga, at vit undir ongum umstøðum vilja samstarva við Tjóðveldi – sum hóast alt er ein vinstravendur flokkur. Tjóðveldi veit, at um tað vil hava undirtøku fyri loysing einaferð í framtíðini, má tað vera við til at uppbyggja álit á politisku skipanina og skapa eitt vælferðarsamfelag, sum kann veita fólkinum tryggleika. Ger Tjóðveldi ikki tað, fær tað ongantíð meiriluta í eini fólkaatkvøðu. Hetta er til fyrimuns fyri Javnaðarflokkin, síðani Javnaðarflokkurin helst er einasti flokkurin, sum Tjóðveldi kann fáa hesar broytingarnar ígjøgnum við.
Fólka- og Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin kann ikki brúkast til at reka politikk. Flokkurin lurtar ikki eftir fólkinum, serfrøði ella nøkrum øðrum enn, hvussu flokkurin fær vald og hjálpir sínum egnu. Tað er ikki so frægt sum at flokkurin førur vinnulívsvinarligan politikk. Politikkurin er til fyrimuns fyri nøkur av teimum vinnulívsfólkunum, sum í dag eru í vinnu. Og tað bløða landið og fólkið fyri. Tí gleðir tað okkum í SU, at formaður Javnaðarfloksins hevur meldað klárt út, at Fólkaflokkinum samstarva vit ikki við aftur. Tað merkir ikki, at Javnaðarflokkurin frásigur sær vald. Ein samgonga við Fólkaflokkinum hevði ikki rættað tey mistøkini ella fylt holini, sum undanfarnu samgongur hava skapt ella sæð burtur frá. Javnaðarflokkurin hevði ikki kunnað fylgt síni stevnuskrá saman við Fólkaflokkinum.
Hetta merkir ikki, at vit bara kunnu samstarva við Tjóðveldi. Sambandsflokkurin hevur í løtuni gloymt, hvørjum politikki flokkurin stendur fyri. Gevur veljarin flokkinum greið boð um, at flokkurin er farin ov langt til høgru, kemur progressivi og sosiali parturin av Sambandsflokkinum vónandi fram aftur.
Tjóðarsemja
Dreymurin og málið hjá Javnaðarflokkinum eigur í so máta at vera at byggja eina tjóðarsemju. Fullveldi og samband fylla óneyðuga nógv í føroyskum politikki. Tað skapar split millum flokkar, ger, at natúrligar semjur hvørva, og gevur afturhaldssinnaðum og sjálvsøknum drívmegum ov nógv vald.
Hví er tað ikki natúrligt at hugsa, at Javnaðarflokkurin leiðir eina samgongu millum Tjóðveldi og ein progressivan Sambandsflokk? Eina og aleina, tí vit av vana hugsa, at tað ikki ber til. Stevnumiðini hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum eru kanska tey, sum minna mest um hvørt annað, av øllum teimum politisku flokkunum. Javnaðarpolitikkurin kann byggja brýr á teimum økjunum, har Tjóðveldi og Sambandsflokkurin eru ósamd. Og tað er í áhuganum hjá bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkinum at kasta saman við Javnaðarflokkinum, fyri at koma fram móti einum meira sosialum, rættvísum og skapandi landi. Tjóðveldi fyri at skapa vøkstur, treysti og trivnað. Sambandsflokkurin fyri at prógva, at vit kunnu hava eitt dynamiskt, mentað og trygt samfelag saman við Danmark. Og Javnaðarflokkurin fær bygt tær samhaldsføstu, framskygdu og savnaðu Føroyar, vit droyma um.
Javnaðarflokkurin er einasti flokkurin, sum á hendan hátt kann byggja eina brúgv millum vengurnar í Føroyskum politikki. Og hetta er ein uppgáva, sum vit eiga at taka á okkum. Tað ljóðar droymandi, men í longdini er tað einasti mátin, Føroyar verða betri. Vit mugu samstarva. Svarið er hvørki meira blokkur ella blokkniðurskurður, men at vit taka ábyrgd og byggja eitt betri samfelag. Og hetta gera vit einans, um vit samstarva við flokkar, sum vilja skapa eitt betri samfelag fyri øll, heldur enn bert fyri tey sterku. Har eru altíð fleiri møguleikar, enn vit halda.

Við Javnaðarkvøðu,