Úrslitini av løgtingsvalinum í gjár vísa eina áhugaverda landfrøðiliga spjaðing í hvussu løgtingsfólkini eru býtt.
Tað vísir seg, at av teimum 15 løgtingsumboðunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, er einans ein, Eyðgunn Samuelsen, ið hevur bústað norðan fyri høvuðsstaðin. Fimm aðrir løgtingslimir hjá teimum báðu stóru andstøðuflokkunum hava bústað uttan fyri Havnina. Páll á Reynatúgvu hjá Tjóðveldi er úr Sandoynni, meðan Henrik Old, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer hjá Javnaðarflokkinum og Sirið Stenberg hjá Tjóðveldi, eru úr Suðuroynni. Einasta umboðið úr Suðuroynni, sum ikki er sosialistiskt, er Jacob Vestergaard hjá Fólkaflokkinum.
Savningin av umboðum sunnanfjørðs merkir so eisini, at norðan fyri er tað fyri tað mesta borgarligt. Av teimum seks umboðunum úr Eysturoy er einki umboð fyri vinstravendu flokkarnar. Sambandsflokkurin hevur tvey, meðan Fólkaflokkurin, Nýtt Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin hava hvør sítt.
Vágarnar og Norðstreymoy hava eitt umboð í part, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum í Vágunum og Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum í Norðstreymoy. Magni Laksáfoss verður her mettur sum tilhoyrandi Suðurstreym, av tí at tað er har, hann hevur bústað, hóast hann er úr norðstreymoy, men var uppstillaður fyri Suðuroyar Sambandsfelag.
Umboðini í Norðoyggjum eru eisini fyrst og fremst borgarlig. Fólkaflokkurin hevur tvey, Sambandsflokkurin eitt, Javnaðarflokkurin eitt og Nýtt Sjálvstýri
Høvuðsstaðurin ber eisini ein sterkan vinstravendan dám. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava níggju tinglimir úr Tórshavn tilsamans, Tjóðveldi fimm og Javnaðarflokkurin fýra. Sambandsflokkurin hevur tvey umboð, meðan Fólkaflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin hava hvør sítt umboð úr høvuðsstaðnum.









