Sosialir reformar hægstu raðfesting

Samgonguskjalið hjá CHE-samgonuni hevur sett sosialar reformar, sum "skulu tryggja teimum við størsta tørvinum javnbjóðis møguleikar fyri einum virknum lívi" ovast á breddan

Tá ið nýggja samgongan legði samgonguskjalið fram í gjár, segði Løgmaður, at eitt av fremstu málunum hjá nýggju samgonguni er at skapa neyðugu lógarkarmarnir fyri at øll í Føroyum hava nøktandi rættartrygd, eisini tey minni mentu.

Og samgonguskjalið hevur sum fyrst punkt:

- Sosialir reformar skulu tryggja teimum við størsta tørvinum javnbjóðis møguleikar fyri einum virknum lívi

Í útgreinandi partinum stendur millum annað, at námsserfrøðiliga ráðgevingin kring landið verður styrkt, Skúlin á Trøðni verður umskipaður og styrktur í samráð við leiðslu, starvsfólk og foreldur at børnum, sum ganga á skúlanum, og greiningarmiðstøð fyri børn við serligum tørvi verður skipað.

Ein av stóru trupuleikunum hjá foreldrum at børnum við serligum tørvi hevur verið, at tann vitan og stuðul, sum hevur ligið í barnagørðunum ikki hevur fylt við í skúlan. Hetta tekur nýggja samgongan hædd fyri, og dagstovnaøkið verður nú lagt undir mentamálaráðið til tess at skapa eitt heildartilboð til børn undir- og í skúlaaldri

Sosialpolitiskur reformur skal eisini gerast við nýggjari sosiallóggávu. Og nýggj føroysk forsorgarlóg, sum fremur rættartrygd og gjøgnumskygni, verður smíðað. Hetta er eitt av teimum málinum, sum felagið Javni hevur gjørt vart við í seinastuni, og greinar í Sosialinum hava víst á, hvussu avolda okkara forsorgarlóg er.