Fái eg tína atkvøðu og komi inn á ting, fari eg at arbeiða fyri, at bert børn eldri enn 14 ár hava atgongd til sosialar miðlar. Tað vil siga, at kontur, sum ungdómar yngri enn 15 ár hava á sosialum miðlum, skulu steingjast.
Hesar kontur fevna um miðlar sosum Facebook, X, YouTube, Snapchat, TikTok, Instagram, Threads og Roblox.
Politikkurin skal setast í verk alt fyri eitt, tí grundarlagið er greitt: okkara børn eru fyri alskyns ágangi á netinum, harímillum happing og útihýsing, hóttanum og sviki, porno og bundinskapi.
Landsins myndugleikar skulu ikki bara geva boð, men hjálpa og stuðla uppundir. Og akkurát her haldi eg, at løgtingið eigur at vera til staðar, so at foreldur frameftir ikki hava fyri neyðini at stríðast einsamøll ímóti algoritmunum.
Vit mugu líkasum erkenna, at kríggið ímóti tech-magnatum er ov møtimikið hjá foreldrum aleina at vinna á.
Helena, Javnaðarflokkurin












