Tað er líkt til, at sosialdemokratiski stjórnarflokkurin í Danmark er betur umtóktur millum veljararnar nú, enn hann hevur verið ta seinastu tíðina. Fyri stuttum gav ein kanning flokkinum minni enn 20 prosent av atkvøðunum, men í einari nýggjari Gallupkanning hjá Berlingske Tidende fær flokkurin 23,1 prosent.
Sostatt er flokkurin í ferð við at nærkast valúrslitinum í september í fjør, tá hann fekk 24,8 prosent av atkvøðunum.
Tann stóri andstøðuflokkurrin, Vinstri, stendur seg eisini væl í teirri nýggju kanningini og fær 32,1 prosent. Tað er 1,4 prosentstig meiri enn í síðsta mánað.
Samanlagt gevur kanningin í Berlingske Tidende stjórnarflokkunum og Eindarlistanum 82 fólkatingslimir og andstøðuni 93.