Sosialdemokratarnir størstir í Danmark

Men teir borgarligu flokkarnir høvdu fingið meiriluta, um fólkatingsval var nú.

Sosialdemokratarnir taka seg fram, og Vinstri fer aftur. Tað er úrslitið í einari meiningakanning, sum Politiken almannakunnger í dag.

 

Kanningin gevur Sosialdemokratunum 23,1 prosent av atkvøðunum. Tað er 4,2 prosentstig meiri enn fyri einum mánað síðani, men framvegis 1,7 prosentstig minni enn á valinum í 2011.

 

Vinstri, sum hevur mist nógvar veljarar orsakað av rokinum um formannin, hevði fingið 21,7 prosent, um val var nú. Tað er 2,3 prosentstig minni ern í mai og 5,0 prosentstig minni enn á valinum í september í 2011. 

 

Hóast hesar broytingarnar hevði tann borgarliga andstøðan vunnið, um val var til Fólkatingið nú. Verandi samgonga hevði fingið 82 tinglimir og andstøðan 93.